Veðrið var gott ? nógv betri enn tað var bæði dagarnar frammanundan og aftaná leygardegnum ? áskoðararnir vóru í góðum lag, og úrslitið var so frægt, sum jarðbundin fólk rokna við, at tað kann vera, tá mótstøðan er av hægsta europeiska klassa.
Og so skuldi orsøk ikki verið til annað, enn at hýrurin var góður á øllum føroysku spælarunum og teimum 2700 viðhaldsfólkunum, sum í góðveðrinum høvdu leitað sær á Svangaskarð at taka á við landsmonnunum, sum tókust við yvirmaktina, og á øllum teimum, sum sótu kring landið og lýddu á og hugdu at.
Men hóast omanfyri standandi, so sita fótbóltshugaðir føroyingar eftir við einari mattari kenslu, sum er meinlík henni, teir sótu við eftir fyrra stríðið ímóti stórtjóðini fyri knøppum trimum vikum síðani.
Metmaðurin á føroyska liðnum, Jens Martin Knudsen, skar tað út í papp:
? Skulu vit hava góð úrslit ? og tað vil siga javnleik ella sigur ? ímóti stórum fótbóltstjóðum, so skal tað vera sovornar dagar, tá hesi liðini ikki tykjast hava ta motivatión, sum roknast kann við frá toppítróttarfólki.
Akkurát soleiðis var tað. Sum fyri knøppum trimum vikum síðani vóru kekkar heldur ikki hesa ferð serliga uppsettir, tað kendist sum um teir spældu í triðja geari, teir trýstu nógv minni, enn teir serliga gjørdu fyrsta hálva tíman á heimavølli, og teir høvdu alt í alt fýra málmøguleikar. Mistøk hjá heimaliðnum vóru orsøkin til tey øll, og tvey teirra vórðu sektað við málum.
Royndirnar gera at teir tora at spæla
Føroysku spælararnir skulu hava rós fyri, at teir megnaðu eitt so heiðurligt úrslit, og teir skulu hava rós fyri, at teir alla tíðina høvdu viljan til at stríðast.
Flestu spælararnir eru í góðum fótbótlsaldri, og miðaltalið á landsdystum er so mikið høgt, at teir tora at taka ábyrgd. Í staðin fyri at sparka høgt og langt og uttan ávísa adressu, so tora teir at royna at samanspæla, og onkuntíð var tað heilt gott, t.d. í 1. hálvleiki, tá Óli Johannesen var upprunin til samanspæl heilt har afturi í høgru, og eftir einar fimtan sendingar endaði samanspælið við innleggi frá sama spælara frammarlaga úr visntru síðu.
Miðvøllurin tolir
ikki broytingar
Veruleikin var bara, at tað vóru stórir ? ógvuliga stórir ? trupulleikar at fáa liðið at hanga saman, og hetta gekk bæði út yvir verjupartin og álopspartin.
Stóri veikleikin var á miðvøllinum, har Jens Kristian Hansen, Magni Jarnskor og John Petersen serliga í 1. hálvleiki høvdu ómetaliga ilt við at finna røttu støðurnar á vøllinum, og tað var sera sjónligt, at saknurin í Juliani Johnsson var uppaftur størri, enn nakar hevði givið sær far um, at hann kundi fara at verða. Jiri Nemec, liðformaðurin hjá Kekkia spældi fyri 50. ferð á landsliðnum, og tað var serliga hann, sum stóð aftanfyri, tá kekkarnir samanspældu.
Tað eru nógvir spælarar, sum kunnu brúkast á landsliðnum, uttan at liðið viknar so nógv av útskiftingum, men leygardagin var staðfest, at tað eru onkrir spælarar, sum eru so týdningarmiklir, at smeiturin er serliga stórur, tá teir ikki eru við. Hesir eru fyrst og fremst Jan Dam, Julian Johnsson og so Todi Jónsson, sum als ikki spældi upp til sítt besta hesa ferð, men sum alla tíðina er hóttanin, ið kann gera um seg har frammi og sum tískil er við til alla tíðina at geva hinum mót um, at tað kann fara at eydnast at fáa mál.
Julian Johnsson hevur nógvar eginleikar, sum tað var saknur í. Hann arbeiðir á einum veldugum øki, bæði í vídd og dýpd, hann vinnur nógvar nærdystir, og so er tað ógvuliga ofta, at hann er hægstur í luftkrígnum.
Hesir eginleikarnir var stórur saknur í ímóti kekkum. Uppleggið var, at John Petersen skuldi vera fremstur, meðan hinir báðir skuldu vera aftanfyri við serligum atliti til hvør sína síðu, men John kendi seg kroystan bæði út í høgra borð og longri aftur á vøllin. Eftiransingarnar vóru ikki nóg góðar, og tá føroyingar vunnu bóltin, var fjarstøðan ímillum miðvøllin og álopsmenninar ov stór. Avleiðingarnar vóru, at sendingarnar fram til Toda og Jan Allan vóru langar, og tað hevði aftur við sær, at tær ofta vóru óneyvar, og um tær vóru neyvar, so vóru teir báðir ov einsamallir við fleiri verjuspælarum, sum allar 90 minuttirnar tóku verjupartin í størri álvara, enn gestir á Svangaskarði úr stórum fótbóltstjóðum vanliga hava gjørt. Tað hevði við sær, at snarálopsmøguleikarnir vóru so at siga ikki at síggja.
Skeivt at ganga
frá sínum
Allan Simonsen hevur hildið ógvuliga fast við bulin á sínum liði. Millum annað hevur hann havt Allan Mørkøre og Henning Jarnskor í høgru og Øssur Hansen og Jens Kristian Hansen í vinstru.
Hesa ferð gekk hann burtur frá tí, sum hann plagar at tvíhalda um, um tað hevur borið til, og avrikið vísti, at tað er nógv í tí, sum hann sjálvur plaga at siga um, at tað hevur víst seg torført at fáa aðrar uppstillingar at rigga.
Landsliðsvenjarin hevur eitt sera gott eyga til Magna Jarnskor, og hesa ferð ofraði venjarin yngra Jarnskor bróðurin fyri at fáa pláss fyri tí eldra, og tað var skeivt. Magni Jarnskor er framrættaður spælari, og royndin hesa ferð eigur at hava staðfesta fyri venjaranum, at plássið hjá Magna Jarnskor skal vera í einum meiri framrættaðum leikluti, enn hann hevði hesa ferð. Og so er tað upp til venjaran at gera av, um tað skal vera í byrjunaruppstillingini ella ikki.
Útskiftingarnar
komu í seinna lagi
Føroyska heildaravrikið í 1. hálvleiki var so lítið sannførandi, at tað var vantandi, at venjarin fór at skifta út beinanvegin. Men tað gjørdi hann ikki.
Allan Simonsen hevur ofta drálað við at broyta uppá útgangsstøðuna, og tað gjørdi hann eisini hesa ferð.
Um ein ella tveir miðvallarar vórðu skiftir í steðginum hevði ikki verið við síðuna av, men venjarin valdi heldur at brúka steðgin til at tosa við spælararnar.
Útskiftingarnar komu ikki fyrrenn tað manglaðu átjan minuttir, og tá Sámal Joensen kom á miðvøllin, fekk hann gott tak á. Hann fann inn á røttu støðuna, hann tordi at fara inn í nærdystir, og hann vann nærdystir, og hann var skilagóður í avspælinum.
Tá trupulleikarnir vóru so eyðsýndir kann undra, at venjarin ikki brúkti allar tríggjar útskiftingarmøguleikarnar. Tí á beinkinum sótu bæði framrættaði Jens Erik Rasmussen og meiri verjukendi Ingi Rasmussen.
Mál og møguleikar
Vitjanin hjá kekkum fer at verða minst fyri, at hesar 90 minuttirnar vóru færri upplagdir málmøguleikar, enn tað nakrantíð áður hava verið í landsdysti á Svangaskarði. Føroyingar høvdu ein og ein hálvan møguleika. Todi Jónsson fekk ein rennibólt tíðliga í 1. hálvleiki, hann varð kroystur, tá hann royndi seg úr brotsteigarsamankomingini í vinstru, og skotið fór omanfyri.
Jan Allan Müller fekk ein møguleika eftir misskiljing í verjuni, hann smekkaði framvið málverjanum, men verjuspælari bjargaði á mállinjuni, tá øll sóu bóltin í netinum. Og í 2. hálvleiki fekk Todi Jónsson bóltin í netið við fløtum og neyvum skoti úr 16 metrum, men linjuverjin veittraði fyri rangstøðu, sum tóktist ivasom.
Srnicek í málinum, sum var tryggur og serliga var sannførandi, tá høgir bóltar komu innfyri, hevði sæð flaggið uppi og lætst tískil ikki um vón.
Kekkar fingu tvey mál, og báðu ferðirnar, og tá teir fingu hinar báðar møguleikarnar høvdu føroyingar ein fingur við í spælinum. Fyrst tá rangstøðufella kiksaði, men Jens Martin kom út og bjargaði stak væl, so tá Jens Kristian Hansen ikki var við uppá tvørbóltin frá Jan Dam, og Vladimir Smicer fekk fluktað innleggið í kassan, meðan tríggir verjuspælarar hugdu at, so gjørdi Allan Mørkøre púra óneyðugt brotsspark, tá hann togaði liðformannin, sum var á veg úr brotsteiginum, í ermuna, og so tá sending frá Magna Jarnskor tveir minuttir undan steðginum hevði vandamikla støðu við sær í vinstru, men tíbetur fór skotið við síðuna av.
Niðurstøðan er, at yrkisspælararnir fingu hálvt hundrað prosent í úrtøku, meðan amatørarnir einki fingu.
Og so eru vit aftur við orðini hjá Jens Martini Knudsen: Úrslitið er at liva við, men smakkurin er ikki heilt góður, tí tað er ein sovornan dag, at føroyingar skulu fáa stig frá teimum stóru. Men tað eydnaðist ikki, tíverri. jh