- Heiðurin er ikki umráðandi

Zlatan leggur ikki nógv í, at Messi fór avstað við Ballon d'Or.

Zlatan Ibrahimovic kom ikki upp á tal, tá ið heimsins besti fótbóltsspælari í 2015 varð útnevndur nú mánakvøldið. Lionel Messi fekk heiðurin, men tað leggur Zlatan lítið í.


- Heiðurin er ikki umráðandi. Tað eru úrslitini, sum tala, sigur Zlatan Ibrahimovic í sínum egna appi.


Svenska stjørnan var eiheldur at síggja ársins liði, men tað var liðfelagi hansara í PSG, Thiago Silva, harafturímóti.


- Sólaklárt. Tað finst eingin betri, svaraði Zlatan, tá ið hann varð spurdur, um hann helt tað vera uppiborið.