Í sambandi við at ársins bilur í Danmark 2016 herfyri kosin, var eisini ein annar bilur heiðraður. Talan er um brintbilin Toyota Mirai, sum eitt fleirtal av donsku motorjournalistunum heiðraðu fyri at ganga á odda í sambandi við framtíðar bilteknologi.
Mirai merkir framtíð á japanskum, og bilurin dálkar als ikki. Einasta útlátið undir koyring er vatn. Danmark kann, sum tað einasta landið í heiminum, bjóða eitt landsdekkandi net við íalt sjey brint tangastøðum deildar yvir alt landið.
Mirai koyrir yvir 500 km upp á ein tanga, so tað er eingin trupulleiki at koyra kring alt landið við bilinum uttan at mangla brennievni. Hóast Toyota Mirai nú er til sølu í Danmark, verður talið av Mirai nógv avmarkað, tí stórur eftirspurningur er eftir bilinum.










