Heiðrikur og Byrta í uppskoti til besta kykmyndalag

CPH Pix skipar á hvørjum árið fyri kapping um bestu kykmyndaløgini í ríkinum, í ár er “Norðlýsið” hjá Byrta í uppskoti til heiðurin, besta danska kykmyndalag.

CPH Pix skipar á hvørjum árið fyri kapping um bestu kykmyndaløgini í ríkinum, í ár er “Norðlýsið” hjá Byrta í uppskoti til heiðurin, besta danska kykmyndalag.

Tá besta kykmyndalag skuldi veljast á FMA gjørdist “Norðlýsið” hjá Byrta ov stutt í kappingini móti “Broken Bones” hjá Gretu Svabo Bech. Men nú hevur “Norðlýsið” møguleikan at gerast besta kykmyndalag í Kongaríkinum.

Tað er Heiðrikur á Heygum, ið hevur leikstjórna lagið, og tað er eisini hann, ið boðar frá tilnevningini á sínum Facebookprofili.

Hvør vinnur verður avdúka á tiltakið í Jazzhouse í Keypmannahavn 11. apríl. Á tiltakinum verður umframt møguleikan at síggja løgini á stórskíggja, eisini livandi tónleikur við einari røð av bólkum:


TANGERINE DREAM
MICHAEL ROTHER (NEU!)
DIETER MOEBIUS
CLAUDIO SIMONETTI'S GOBLIN
JOZEF VAN WISSEM
LOKE RAHBEK (VÅR, LUST FOR YOUTH)
HAUSCHKA
SHINY DARKLY
METAL GHOST
GRY BAGØIEN
KASPER BJØRKE
SEXY LAZER