Heiðrikur á Heygum fegnast so um at hava vunnið Geytan, at hann bjóðar fólki at síggja filmin Skuld á netinum, tó við eini treyt.
- OK - Eftirsum eg eri nakað so takksamur fyri Geytan og komin í ordiliga í jólahyri so fari eg at lova tykkum at síggja Skuld online - MEN bert um tit hava eitt stórt sjónvarp. OG alt ljós skal vera sløkt tá tú hyggur!
Soleiðis skrivar Heiðrikur á Heygum á síni vangamynd í dag. Heiðrikur á Heygum vann hóskvøldið bæði Geytan og áskoðaravirðislønina, og er so fegin um sigurin, at hann nú bjóðar fólki at síggja filmin, men einans á netinum og einans um sjónvarpið er stórt nokk.
Les eisini Heiðrikur fór við øllum
Fyri at meta, um sjónvarpið er stórt nokk, krevur Heiðrikur, at fólk senda honum eina mynd av sjónvarpinum sum viðmerking til dagføringina á Facebook. Ein persónur skal vera á myndini, fyri at lættari skal vera at meta um støddina á sjónvarpinum.
Heiðrikur skrivar at enda, at tilboðið er galdandi í tveir dagar.










