Heiðrik tulkar Kylie Minogue

Heiðrik á Heygum hevur saman við Simon Ask Ulnes lagt út eina upptøku har teir tulka “Can’t Get You Out of My Head” hjá Kylie Minogue.

Heiðrik á Heygum hevur saman við Simon Ask Ulnes lagt út eina upptøku har teir tulka “Can’t Get You Out of My Head” hjá Kylie Minogue.

Heiðrik á Heygum telist millum okkara virknastu tónlistafólk, tá tað snýr seg um at lata kykmyndaløg úr hondum, bæði løg til onnur og so síni egnu løg, men hann letur eisini við jøvnum millumbilum út kykmyndaupptøkur av liveframførslum av tónleiki.

Nú Heiðrik tulkar Kylie Minogue er eisini talan um eina upptøku av einum myndatóli, ið filmar teir báðar, ið framføra.

Njót vøkru útgávuna omanfyri.