Heiðraðir fyri trúgva tænastu

Á hátíðarhaldi hjá Auto Service í dag klokkan 15 verða tríggir mans heiðaðir fyri trúgva tænastu.

Á hátíðarhaldi hjá Auto Service í dag klokkan 15 verða tríggir mans heiðaðir fyri trúgva tænastu.

 

Teir eru Ingibjartur Djurhuus, sum hevur verið í fyritøkuni øll tey 50 árini, síðani fyritøkan varð stovnað. Hann fær umframt heiðurin frá arbeiðsplássinum, »belønningsmedalje« frá hennara átign Margretu Drotning.

 

Erhard Olsen, sum hevur starvast í 40 ár, og Erling Olsson, sum hevur starvast í 35 ár verða eisini heiðraðir.

 

Ingibjartur Durhuus 50 ára starvsdag:

Sum 15 ára gamal fór Ingibjartur Durhuus í 1957 í læru sum bilmekanikari hjá Wenzel Petersen úti í Bakka í Havn. Eftir at hann var útlærdur, arbeiddi hann sum bilmekanikari hjá Wenzel Petersen.

 

Tá fyritøkan P/F Auto Service varð stovnað og byrjaði sítt virksemi í 1964, var Ingibjartur settur sum verkførari. Hinir sum arbeiddu har vóru Jóhan Joensen og Edvin Hammer, sum báðir eins og Ingibjartur komu frá Wenzel Petersen. Nakað eftir tað byrjaði Sniðálvur á Lofti úr Sandavági sum lærlingur á verkstaðnum.

 

Á verkstaðnum var nógv at takast við. Umframt at Auto Service seldi Nippon og Datsun bilar høvdu teir service upp á Peugeot, sum bilasølan Oleva og Francis Goldney seldu. Nógvir av Peugeot bilunum vóru nýttir sum hýruvognar, sum t.d. Peugeot 404 stationcar við 7 sitplássum.

 

Auto Service seldi eisini Bridgestone dekk, og tað gav nógv arbeiði. Dekkini vórðu skift við handakraft og nógv av arbeiðnum varð gjørt uttandura.

 

Ingibjartur sigur, at arbeiðið sum bilmekanikari var heilt annarleiðis enn tað er í dag. Teir høvdu eingi tól, bert skrúvubløð og skiftilyklar. Tað var tí ein stór broyting at flyta inn í nýggja bygningin hjá Auto Service á Halsi, sum var tikin í nýtslu í 1978. Har vóru lyftarar, testarar og øll nútímans amboð.

 

Eftir at hann í mong ár hevði arbeitt sum verkførari á bilverkstaðnum, fór hann í annað starv, har hann hevði mest við garanti av nýggjum bilum at gera. Nú er hann farin niður í hálva tíð og hevur nógvar ymiskar uppgávur í fyritøkuni.

 

- Hetta hava verið 50 góð ár við nógvum broytingum í eini spennandi fyritøku, sigur Ingibjartur Durhuus.

 

 

Erling Olsson 35 ára starvsdag:

Erling Olsson fór í læru hjá Auto Service í 1979. Tá var fyritøkan flutt í nýggja virkisbygningin á Hálsi. Nógv fólk vóru í starvi, og Ingibjartur Durhuus var verkførari á mekaniska verkstaðnum.

 

Hetta var í eini tíð, tá bilarnir broyttust nógv. Teir fingu t.d. elektroniska tendring og elektroniska innspræning. Hetta var líkasum byrjanin til tað ovurstóru menning sum er farin fram til í dag, hvar ein stórur partur er elektronikur og teldur eru ein alt meira vanligur partur av avbeiðsamboðunum.

 

Erling hevur havt sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur í fyritøkuni. Hann arbeiddi í mong ár sum plátusmiður og lakkerari, og var hann verkførari á tí deildini, umframt at hann hevur verið í kundamóttøkuni.  Hann hevur eisini verið partur av moderniseringini av bygninginum við nýggjum innstallatiónum o.s.fr.

 

Í dag starvast hann sum húsavørður, samstundis sum hann er á mekaniska verkstaðnum og hevur við klárgerðing av nýggjum bilum at gera.  

 

Fyri meg er Auto Service eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum ymiskum avbjóðingum. Eisini hevur tað verið sera áhugavert at fylgt menningini, sum er farin fram hesi 35 árini eg havi arbeitt her, sigur Erling Olsson.

 

Erhard Olsen 40 ára starvsdag:

Erhard Olsen fór sum 15 ára gamal í læru sum bilmekanikari hjá Auto Service í Gundadali í 1974.

 

Ingibjartur Durhuus var verkførari, og hinir sum arbeiddu har vóru Andraes Durhuus av Eiði, Mervin Thomsen úr Hvalba og Sæfinn Ljósá av Strondum.

 

Tá var verulig gongd komin á bilasøluna, og har var nógv at takast við. Teir arbeiddu mest upp á Datsun og Peugeot, ið vóru tey bilmerkini sum Auto Service seldi tá.

 

Auto Service hevði eina Shell bensinpumpu og ein av uppgávunum var at selja bensin.

 

Annars var nógv at gera við dekkum. Bilar komu allastaðni frá at keypa dekk og at fáa dekkini skift. Serliga var nógv at gera, tá fyrsti kavin kom, og bilarnir skuldu skifta til kava- ella píkadekk. Arbeitt var við hond, dekkini vórðu skift við dekkjørnum, bæði pensónbila– og lastbiladekk. Bilarnir stóðu fyri tað mesta uttan fyri, meðan dekkini vórðu skift inni á verkstaðnum.

 

Tað var sum at koma í eina aðra verð, tá flutt var í nýggja bygningin á Hálsi í februar 1978 við góðum arbeiðsumstøðum, modernaðum amboðum og nokk av plássi.

 

- Umstøðurnar sum vóru, tá eg byrjaði í Gundadali fyri 40 árum síðan, og tær sum eru á verkstaðum í dag kunnu ikki samanberast, sigur Erhard. Hann hevur øll árini arbeitt á mekaniska verkstaðnum, har hann javnan hevur dagført sína vitan og verið á nógvum ymiskum skeiðum í nýggjastu tøknini.