Heidi venur við landsliðnum

Hóast Heidi Andreasen svimum fyri Ítróttarsambandið fyri brekað, so tekur hon eisini lut í venjingunum hjá vanliga svimjilandsliðnum. ÍSB og Svimjisamband Føroya hava gjørt eina avtalu um, at Heidi Andreasen kann luttaka í øllum venjingunum hjá landsliðum.
- Hetta er sera gott fyri meg, tí eg fái sera góða venjing á landsliðnum, og harafturat er tað gott at venja saman við øðrum svimjarum og ikki altíð verða einsamøll, sigur Heidi Andreasen.
Í Havnar Svimjifelag, har Heidi venur dagliga, er Kristian Martin Joensen venjari hjá henni, og hann er eisini hjálparvenjari á landsliðnum, har Jón Barnason er høvuðsvenjari.