Heidi gleðir seg til at koma í gongd aftur

Svimjarin Heidi Andreasen hevur ikki verið við í altjóða kapping síðani 2004, men nú fyrireikar hon seg til HM í Suðurafrika í november, og um vikuskiftið verður hon við í Danish Open í Esbjerg

Um vikuskiftið kavar ÍSB-svimjarin Heidi Andreasen út í aftur eina altjóða kapping. Svimjarin við teimum framúr góða altjóða úrslitunum hevur ikki verið til kapping uttanlands, síðani hon vann bronsu á paralympisku leikunum í Athen í 2004.
 Fyrstu tíðina eftir paralympisku leikirnar brúkti eg nógva tíð til skúlan. Eg hevði verið burtur í ein mánað, og tí legði eg stóran dent á skúlan í eina tíð. Men síðani í fjørsummar havi eg vant aftur sum vanligt, sigur Heidi Andreasen.
Næsta stóra málið hjá henni er heimsmeistarakappingin í Durban í Suðurafrika síðst í november mánaði, og í løtuni venir hon miðvíst fram ímóti tí kappingini.

Partur av venjingini
Um vikuskiftið verður Heidi Andreasen við í Danish Open, sum verður hildin í Esbjerg fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Heidi verður við í fimm kappingum  50, 100, 200 og 400 metrar frísvimjing og 100 metrar ryggsvimjing.
 Eg hava ikki trappað venjingina niður til kappingina, og tí er hendan kappingin ein partur av venjingini hjá mær. Eg skal í gongd aftur við altjóða kappingar, og Danish Open er ein góð byrjan, sigur Heidi Andreasen.
 Hóast hendan kappingin er ein liður í fyrireikingunum til HM, og eg kenni meg eitt sindur tunga eftir nógva harða venjing, so vil eg royna at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, sigur hon.
Heidi dugir ikki at meta um møguleikarnar fyri at vinna heiðursmerki í kappingini, tí hon veit ikki rættiliga, hvørjir svimjarar eru við, og hvussu støðið verður í kappingini. Men tað er tó greitt, at svimjarar úr fleiri londum eru við, og at onkrar av teimum, sum Heidi vanliga kappast við, eisini fara at taka lut.

Liðug við skúla  meira svimjing
Kappingin í Esbjerg um vikuskiftið verður tann fyrsta av fleiri altjóða kappingum, sum Heidi Andreasen ætlar sær at vera við í ár. Øll venjing og kapping næstu tíðina verður gjørd við HM í huga, og ætlanin er millum annað, at Heidi skal verða við í eini kapping í British Open í Sheffield í juli mánaði.
 Eg verði liðug við studentaskúlan í summar, og aftan á tað ætli eg mær at brúka enn meira tíð til svimjingina, sigur Heidi Andreasen, sum ætlar sær at vera í toppformi í november mánaði.
Venjari hjá Heidi Andreasen er Jón Bjarnason, landsliðsvenjari, og hann skal fylgja við Heidi undir kappingini í Esbjerg um vikuskiftið.