Heidi er ársins spælari

Toppskjúttin úr NSÍ var kosin við greiðari frástøðu til næstu avbjóðararnar, ið fingu eins nógvar atkvøður

NSÍ var nýtt lið í bestu deildini hjá kvinum í ár, og NSÍ gjørdi av álvara um seg. Í landskappingini vann NSÍ silvur, og í steypakappingini eydnaðist tað fyri fyrstu ferð NSÍ at vinna. Finaluna vann NSÍ 4-2 ímóti HB.

 

Suverenur toppskjútti í landskappingini var Heidi Sevdal úr NSÍ, og í kvøld varð hon kosin at vera ársins kvinnuligi fótbóltsspælari.

 

Liðformann og venjarar úr feløgunum í bestu deildini, valdu saman við landsliðsvenjaranum Lene Terp, hjálparvenjaranum á landsliðnum Christian Høgna Jacobsen og Mariu Ziskason Nesá frásøgufólki Heidi Sevdal at vera ársins fótbóltsspælara. Hon varð vald við 81 atkvøðum. Tvær tær næstu í røðini vóru Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi og Lea Lisberg úr EBS/Skála, sum báðar fingu 33 atkvøður.

 

Tey, sum atkvøddu, góvu fimm, trý og eitt stig. Tað bar ikki til at atkvøða fyri spælara úr sínum egna liði.