Av tí at formaðurin í Postfelagnum tey seinastu mongu árini fer í annað
starv var formansvalevni á skránni á aðalfundi hjá Postfelagnum.
Sunleiv Højgaard hevði eitt ár eftir av valskeiðnum, men av tí at hann fer í
annað fulltíðarstarv tann 1. mai má annar formaður veljast í felagnum.
Tá ið freistin var úti vóru tvey valevni komin inn. Heidi Biskupstøð úr
Klaksvík og Johannes A. Ellingsgaard úr Havn.
Hesin seinasti valdi at taka seg aftur, og tískil var bert eitt valevni
til formanspostin.
Á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum stendur at óvanliga nógv fólk vóru
komin á aðalfund hjá Postfelagnum.
Nevndin í Føroya Postfelag: Heidi Biskupstøð, forkvinna, Jákup Páll Mohr Mortensen, Simona Højgaard, Angelin Mortensen og Agnar Bech