Heidi Andreasen til OL

Tiltakið byrjar í morgin og tá verða eini 93.000 fólk til setanina.

Millum teirra, ið luttaka á Para OL, sum tað eisini verður kallað, er Heidi Andreasen. Hon skal bera Merkið inn á olympiska leikvøllin klokkan 18.00 lokala tíð, sum er tað sama sum klokkan 11.00 hjá okkum.

Heidi Andreasen hevur fyrr vunnið upp í pøsir av heiðursmerkjum fyri Føroyar, so spennandi verður at fylgja henni.

DR1 sendir hvørt kvøld klokkan 20.50 frá OL fyri rørslutarnaði, og har er møguleiki at síggja hvat hendur, samstundis sum at tað á internetinum sæst alla tíðina frá Para OL á paralympicsport.tv