Eiðisgentan, Heidi Andreasen, skal um vikuskiftið kappast í svimjikappingini British Open. Kappingin byrjar í dag, og hildið verður á til sunnudagin. Heidi sigur seg vera væl fyri til kappingina, og hon er spent til at royna seg aftur í kapping.
Vanliga eru svimjarar úr øllum Evropa við í British Open, og soleiðis verður eisini í ár. Heidi Andreasen hevur farnu vikurnar vant sera miðvíst til kappingina, og hon er við at sleppa av við akslaskaðan, sum hevur darvað veningini nógv seinasta árið.
Heidi fer um vikuskiftið at kappast í greinunum 50 m frí, 100 m frí, 400 m frí og 100 m firvald.