Heiðursrmerkir og persónlig met

Tríggir føroyskir svimjarar hava um luttikið á German open á langbana um vikuskiftið. Kappingin, ið var í Berlin, er fyri fólk við breki. Teir føroysku svimjararnir eru 11 ára gamla Krista Mørkøre úr Ægi, Ragnvald Jensen úr svimjifelagnum FLOT og 12 ára gamli Dann Akursmørk, ið venur og býr í Danmark.

 

Talan var um eina kapping á høgum støðið við gott 600 svimjarum úr øllum heiminum luttóku. Føroysku svimjararnir stóðu seg væl og settu fleiri persónlig met. Dann Akursmørk tók heili 12 sekund av síni tíð í 200 m blandað, hann fekk tíðina 3.32,70. Hetta rakk til eitt fjórða pláss í bólkinum.

 

Krista Mørkøre hevur eisini betrað um allar sínar tíðir frá seinast hon luttók í kappingini. Hon vann eitt bronsuheiðursmerki í 200 m frí við tíðini 3.06,62.

 

Ragnvald Jensen vann ikki færri enn trý gullheiðursmerki í kappingunum 50, 100 og 200 m bringu og tvey silvurheiðursmerki í 50 m rygg og 50 m frí.

 

Føroysku svimjararnir koma heim aftur mánadagin.