Heiðursrit og fløga um Kristian Blak er í handlunum

Í samband við at Kristian Blak fylti 60 ár í vár, var bókin ?Tres Bien? útgivin, sum er ein lýsing av fjølbroytta lívið Kristians. Hon kann nú keypast kring landið. Skúlanæmingur, lærari, ítróttamaður, tónleikari, fyriskipari, skemtari og íverksetari eru bara nakrir av hattunum, sum Kristian hevur havt á gjøgnum lívið. Og m.a. eru tað hesi heitini, bókin nertur við.

 

Útgávan fevnir umframt bókina eisini um eina fløgu við tónleiki eftir fleiri av teimum, sum frá byrjan av hava havt tónlistarligt samstarv við Kristian Blak. Tey, sum hava keypt ella fingið bókina,

áðrenn fløgan var liðug, kunnu venda sær til TUTL eftir einum eintaki av fløguni, sum tey fáa ókeypis.

 

Nú fæst ?Tres bien? til keyps í ymsum handlum kring landið, eitt nú í Leikalund í Klaksvík, og í Havn hjá Gamla bókhandli, Rit & Rák í SMS og í plátuhandlinum Hanseman Tórgarð.

 

Kirsten Brix, Erhard Jacobsen og Ole Wich hava staðið fyri útgávuni. Bókin er 125 síður og kostar 200 kr. í handlunum.