Heiðursløn broytir navn

Tórshavanr býráð hevur samtykt at broyta heitið á Barnabókaheiðurslønini til Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs. Hetta varð gjørt eftir uppskoti frá nevndini fyri Barnabókaheiðurslønina, ið heldur at nýggja heitið er betri hóskandi til tað virksemi, sum fer fram innan barnamentan í dag.

Alt fleiri og fleiri átøk eru annað og meiri enn akkurát barnabøkur, og nevndin fyri barnabókaheiðurslønina helt, at møguleiki skal eisini vera fyri at heiðra fólk, sum leggja slík mentanaravrik úr hondum.

Tað hevur eisini víst seg hesi seinastu árini, at ymisk avrik innan tað fjølbroytta virksemi í barnamentanarlívinum hava ligið best fyri at fáa hesar heiðurslønir.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs sita Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður, Hansina Hussgaard, skúlabókavørður, Poulina Slættanes og Irdi Danielsen, umboð fyri býráðið.

Formaður í nevndini er Jógvan Arge, formaður í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs.

Nevndin kann lata tvær heiðurslønir um árið. Seinast vórðu Jensina Olsen og Janus á Húsagarði heiðrað.