Leygardagin 3. mars hevur Havnar Hornorkestur heiðurskonsert fyri Ova Olsen, sum var tónleikastjóri í orkestrinum í meira enn 40 ár. Aftaná konsertina verður móttøka.
Hvørt ár skipar Havnar Hornorkestur fyri várkonsert við fjølbroyttari skrá, men í ár verður konsertin heilt serlig. Í 1974 stjórnaði Ove Olsen Havnar Hornorkestri fyrstu ferð, og ta uppgávuna hevur hann røkt, til hann legði frá sær fyri umleið tveimum árum síðani. Tí verður konsertin til heiðurs fyri honum.
Á skránni til konsertina, sum verður leygardagin 3. mars klokkan 14 í Læraraskúlahøllini, verður okkurt til allar áhoyrarar. Talan verður um bæði umfatandi orkesturstykkir og solospæl frá fremstu messingleikarunum í landinum.
- Vit hava roynt at sett eina spennandi og fjølbroytta skrá saman, og eg haldi tað hevur eyðnast. Talan verður um alt frá operatónleiki og filmstónleiki til jazztónleik, sigur Tróndur Olsen, sum nú stjórnar Havnar Hornorkestri.
Eftir konsertina verður móttøka fyri Ova Olsen, og tá verður høvi hjá áhoyrarunum at fáa eitt prát, samstundis sum onkur røða verður, nú Ove verður heiðraður fyri sítt stóra arbeiði Havnar Hornorkestur at frama.