Heiðurin gevur sjálvsálit

- Tú skalt hava sjálvsálit fyri at fara út og vísa tíni listarverk, tí tey eru stórur partur av tínum persóni. Og ein heiðursløn sum hendan gevur sjálvsálit.

Tað sigur 25 ára gamla Silja Strøm, sum í kvøld hevur fingið mentanarvirðislønina, sum verður latin ungum listafólki. Hon hevur gingið á kendum listaskúla í skotska býnum Glasgow, har hon eisini er búsitandi.

- List er persónlig, og tað er ikki bara bara at stilla listina fram og lata fólk døma um hana. Tað er avdúkandi at sýna verk fram, og tú kennir teg nokk so nakna, tá ið tú gert tað, sigur Silja Strøm.

- Og tá ið eg so fái hesa virðislønina í kvøld, so verði eg ordiliga glað.

Silja Strøm er komin heim úr Skotlandi at taka ímóti virðislønini, og eftir at hon í morgin hevur hildið 26 ára føðingardag, fer hon aftur til Glasgow at arbeiða og arbeiða við list.

(Mynd: Eydbii Myndir)