Eitt bjart stjørnuskot á føroyska filmsídnaðinum í løtuni, Heiðrik á Heygum, leitar eftir eini gentu ímillum 19-26 ár at leika høvuðsleiklutin í komandi stuttfilmi hansara.
-Vit leita eftir kvinnu millum 19-26 ár til stuttfilm, sigur Heiðrikur á Heygum.
Casting verður fríggjadagin tann 21. oktober í Klippfisk.
Ungi filmsstjórin Heiðrik á Heygum, ið millum annað hevur framleitt stuttfilmin Sigarett og portrettfilmin Aldur, sóknast nú eftir einum kvinnuligum leikara ímillum 19-26 ár til næsta stuttfilm sín.
Heiðrik gongur á danska filmsskúlanum Super 16, og er tað í hesum høpi, at stuttfilmurin verður gjørdur.
Stuttfilmurin verður tikin upp í Keypmannahavn í januar mánaði, og dialogurin verður á føroyskum og donskum.
Um tú ikki ert útbúgvin ella hevur tær stóru royndirnar innan sjónleik, ger tað onki.
Áhugað kunnu skriva til Mariu Winther Olsen (Framleiðslu stjóri) á mariawintherolsen@gmail.com ella ringja á 258447
Hesum boðar Heiðrikur á Heygum frá í dag.