Heiðrikur á Heygum hevur vunnið eina virðisløn á norskari filmsstevnu fyri ungfólk. Á filmsstevnuni NUFF var stuttfilmurin Mítt Rúm kosin til besta norðurlendska film fyri fólk í aldursbólk 21-25 ár.
NUFF er filmsstevna fyri ungfólk úr Norðurlondum, Russlandi og baltisku londunum. Kappast verður í 4 bólkum, og í einum av hesum bólkum vann Heiðrikur á Heygum.
Komandi vikuskiftið skal Heiðrikur á Heygum til Munchen í Týsklandi, har stuttfilmurin hjá honum skal sýnast á stevnuni ?Munich International Filmfestival?.