Mentanargrunnur Landsins hevur í dag kunngjørt, hvussu starvslønirnar til listafólk verða býtt í ár.
Heiðrikur av Heygum hevur fingið játtað starvsløn í eitt ár, meðan Arnold Ludvig, Høgni Mohr, Lena Anderssen, Magnus Johannesen, Rakel Helmsdal, Steintór Rasmussen og Trygvi Danielsen hava fingið starvsløn í seks mánaðir.
Sjey aðrir umsøkjarar hava fingið tríggjar mánaðir, sjey tveir mánaðir og sekstan hava fingið starvløn í ein mánað.
Grunnurin fekk 111 umsóknir um starvsløn, 41 teirra fingu játtað umsókn. 29 søktu um trý ára starvsløn og 36 um eitt ár.
Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2018 er kr. 27.561,22 um mánaðin.