Hóskvøldið spælir Heiðrik í Spaniastovu í Klaksvík. Hetta er í samband við, at Heiðrik er við føroyska/íslendska bólki sínum á konsertferð í Føroyum. Hann fer at spæla løg av útgávuni “Funeral”, sum kom út 2017, og eisini framførir Heiðrik eldri og nýggjari tónleik, millum annað nýggja staklagið White Flag.
Heiðrik hevur fingið tvær FMA heiðurslønir og fult hús av stjørnum frá ummælarum bæði í Føroyum og uttanlands.
Í bólkinum hjá Heiðriki spæla Heðin Ziska Davidsen (gittar), Halldór Sveinsson (klaver), Per Højgaard Petersen (trummir) og Bergur Fonsdal Johannesen (bass).
Konsertin verður í Spaniastovu hóskvøldið kl 20:00.