Heiðrik gjørt sjónbandalag fyri Bloodgroup

So er fjøllistamaðurin Heiðrik á Heygum aftur aktuellur. Herfyri kunngjørdi hann nevniliga enn eitt sjónbandalag, sum hann hesaferð hevur gjørt fyri íslendska bólkin Bloodgroup, har føroyski Janus Rasmussen er oddamaður.

 

Janus hava vit hoyrt rættiliga nógv í føroysku loftmiðlunum seinastu tíðina, tí saman við Guðrið Hansdóttir stendur hann eisini á odda fyri bólkinum Byrta. Í Íslandi er tað tó sum limur í Bloodgroup, at Janus er mest aktuellur, tí fyrr í ár komu tey út við útgávuni Tracing Echoes.

 

Tað er triðja skering á fløguni, Nothing Is Written In The Stars, sum Heiðrik hevur gjørt til sjónbandalag. Og uttan at avdúka ov nógv kunnu vit staðfesta, at íblásturin til sjónbandalagið í stóran mun stavar frá bretska leikstjóranum Alfred Hitchcock.

 

Sí sjónbandalagið, sum Heiðrik á Heygum hevur gjørt fyri Bloodgroup, á leinkjuni niðanfyri.

 

Ein samrøða við Heirðik og Bloodgroup um sjálvt sjónbandalagið er at lesa her: halifaxcollect.blogspot.dk/2013/07/video-premiere-bloodgroups-nothing-is.html

 

Mynd: skermprent úr sjónbandalagnum Nothing Is Written In The Stars