Heiðrik gevur nýggja plátu út

Nýggja plátan eitur "Illusions"

Heiðrikur á Heygum hevur givið eina nýggja plátu út, ið kallast “Illusions”.

Heiðrikur gjørdist kendur í Føroyum sum tónleikari, tá hann gav sína næstu plátu “Funeral” út, sum fekk avbera góð ummæli bæði her heima og uttanlands. Hann vann eisini heiðruin sum “besti mannligi sangari 2017” á FMA. Øll kenna landaplágurnar “Change of Frame” og “Monster”.

Plátan er framleidd av Janusi Rasmussen frá popp-bólkinum BYRTA, og Sakarisi Joensen, sum eisini framførir undir egnum navni. Lagið er upptikið og framleitt í Íslandi, og streingirnir eru tiknir upp í Budapest.

Plátan verður ikki at fáa á Spotify ella iTunes, men á heidrik.bandcamp.com/album/illusions og hjá Tutl.

Heiðrik hevur stóra útgávukonsert í Norðurlandahúsinum 3. apríl, har hann framførir við fullum orkestri, strúkarum og kóri (KATA).