Heiðrik ger einans tónleik til netið

Tónleikarin Heiðrik á Heygum er aftur aktuellur við tí triðja videolagnum, sum er partur av hansara heldur øðrvísi tónleikaverkætlan, ið hann kallar Black Mountain.

 

Tað serliga við verkætlanini er, at Heiðrik gevur út eitt nýtt videolag hvønn mánað, men tónleikurin er bert at hoyra í videolagnum á internetinumi, tí eingin fløga veður útgivin.

 

- Eg gevi ikki nakra fløgu út við tónleikinum, tí eg trúgvi ikki upp á fløgur og plátur longur. Øll downloada og brúka Youtube í dag, so eg haldi, at hetta er framtíðin, sigur Heiðrik, sum hevur givið tveir aðrar sangir út upp á henda mátan. Hann heldur tað vera ein stóran fyrimun fyri seg, at fólk í dag ikki keypa fløgur í handlunum á sama hátt sum fyrr.

 

- Eg eri sera visuellur, tá eg geri tónleik, so hetta er bara ein fyrimunur fyri meg. Tað merkir, at fólk kunnu síggja mínar

myndir, tá tey hoyra mín tónleik. Tey fáa meira eina heildaruppliving á henda hátt, greiðir Heiðrik frá.

 

Triðja videolagið, sum júst er komið út, ber heitið "OMG". Janus Rasmussen og Heðin Ziska Davidsen hava framleitt.

 

Næsta videolagið, sum Heiðrik fer at leggja út á internetið í næsta mánaði, verður sangurin "Maria´s Donkey".