Heiðraður av borgarstjóranum

Tórshavnar kommuna fegnast um at Dávur Juul Magnussen, í kappingini "Spil for livet" í Keypmannahavn, hevur umboðað Tórshavnar musikkskúla so hegnisliga.

Í hesum sambandi var hugnaløta hjá borgarstjóranum, har hann fekk handað blómutyssi og eina lítla gávu.

Dávur var og vitjaði á býráðnum í Havn, saman við lærara sínum Kenneth Jones og leiðaranum á Tórshavnar Musikkskúla, Bo Isholm.

Borgarstjórin ynskti Dáva alt tað besta, nú hann eftir summarfrítíðina byrjar á tónleikaháskúla í Glasgow.