Heiðraðu starvsfólk fyri trúgva tænastu

- Siðvenja er, at fólk, sum hava verið í starvi hjá okkum í 15 ár, verða heiðraði við gávu og blómutyssu, siga tey í kommununi.

 

 

Í dag vórðu seks starvsfólk hjá Tvøroyrar kommunu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, handaði starvsfólkunum gávu og blómutyssi á hugnaligari samkomu í býráðssalinum klokkan 15.

Tey, ið vórðu heiðrað, vóru hesi:

15 ár: Anne-Mie Johansen, námsfrøðingur í Mýrifípuni og Hansine Brandt, hjálparfólk í útibarnagarðinum.

25 ár: Jennie Debes, skrivstovufólk í bókhaldinum.

30 ár: Fanny Nielsen, Sólfríð West og Mikkalina Simonsen, allar hjálparfólk í Mýrifípuni.

Siðvenja er, at fólk, ið hava verið í starvi hjá Tvøroyrar kommunu í 15 ár, verða heiðraði við gávu og blómutyssu.

- Vit ynskja á henda hátt at lata eina viðurkenning fyri trúgva tænastu fyri kommununa. Viðurkenning verður latin hvørt fimta ár yvir 15. starvsár, siga tey í Tvøroyrar kommunu.