Tá manningarnar á Royndini Fríðu og Suðuroyingi í gjárkvøldið komu suður við Smyrli um 23:00 tíðina, vóru fólk klár at heiðra teimum og sanur rómur var í oynni. Bátarnir báðir vunnu sínar róðrar á norðoyastevnu, ársins fyrsti róður, og hetta hevur óivað kveikt vón um, at gott er í væntu.
Fyrst varð farið í neystið hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og síðani í neystið hjá Vágs Kappróðrarfelag, haðani myndirnar eru. Neystið er gjørt í stand í ovaru hæddini, so væl ber til at savnast í snotiligum felagshølum.
Tað dundraði og glógvaði, tá floytandi bilafylgið kom til Vágs, tí fýrverk varð sent upp í samband við heiðranina.
Suðuroyingur hevur mannig úr allari Suðuroynni, og er samtak av róðrarhugaðum suðuroyingum, meðan Royndin Fríða er bátur hjá Vágs Kappróðrarfelag.