Heiðraðu Karl

Heilt nógv var á móttøku at heiðra Karl Johansen, nú hann hevur verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelagi í 25 ár

 

Hátíðarhald


Rættiliga nógv fólk varð komið saman seinnapartin sunnudagin at heiðrað Karl Johansen, nú hann hevur verið formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 25 ár.

Á møttøkuni á Hotel Hafnina fingu fólk gløgg, holukakur, kaffi, te og smákakur og eyðvitað vórðu eisini nógvar heilsanir bornar fram, umframt at hann fekk ein hóp av blomstrum frá fólki, sum vildu ynskja honum tillukku.

Havnar Arbeiðsmannafelag hevði eisini biðið listarmannin, Eivind Mohr, mála ein málning av Karl og hann var avdúkaður hendan dagin.

Millum røðararnar vóru Hanus Vang, Hans Birgir Hansen, Viggo Olsen, politikararnir Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum og Jóannes Ejdesgaard, formaður javnaðarfloksins, somuleiðis ein av stóru arbeiðsgevarunum í landinum, Poul Mohr, umframt Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Bjarni Djurholm helt, at Karl Johansen hevði verið havnarmonnum ein góður formaður. Hann helt, at tað størsta, sum Havnar Arbeiðsmannafelag hevði fingið á skaftið í formanstíðini hjá Karl, var eftirlønargrunnurin, sum varð skipaðu fyrst í áttatiárunum.

Vilhelm M Johannesen helt eisini, at Karl hevði verið ein góður formaður fyri Havnar Arbeiðsmannafelag og hann ynskti honum eisini alt gott framyvir. Men hann takkaði eisini Karl fyri hansara máta at vera upp á, tí hann hevði verið góður at telva við, hóast teir báðir ikki telva við sama liti.

Jóannes Eidesgaard ynskti eins gott samstarv við Havnar Arbeiðsmannafelag sum tað hevði verið higartil, tí hann helt at javnaðarflokkurin og Havnar Arbeiðsmannafelag vóru runnin av somu rót og tí høvdu felags áhugamál.

Hann helt, at hóast vit kundu hava lyndi til at halda, at fakfelagspolitikkur var sjálvsagdur, hevði tað stóran týdning ikki at gloyma tey stóru rættindi, sum fakfelagsrørslan hevur vunnið verkafjøldini, átta tíma arbeiðsdag, løn í reiðum pengum og munandi lønarhækkingar.

Poul Mohr hevði eisini eftirlønargrunnin á munni og helt, at hetta var tað størsta, sum var hent í Havnar Arbeiðsmannafelag.

? Hetta er ein grunnur, sum arbeiðsgevararnir betala til við gleði, segði Poul Mohr- og taå átti hann at vita, tí hann er ein av allarstørstu arbeiðsgevarum í landinum.