Heiðraðu Hvassa

Á móttøku í Eydnuni á Oyrarbakka í gjár, vóru fólk úr øllum Sundalagnum savnað, fyri at heiðra róðurskvinnunum á Hvassa. Genturnar gjørdust føroyameistarar í 5-mannafarsróðrinum hjá gentum, og settu eitt flott punktum fyri eitt frálíkt ár, tá tær vunnu ólavsøkuróðurin. Á samkomuni helt millum annað borgarstjórin, Heðin Zachariassen, røðu fyri røsku gentunum umborð á Hvassa. Frá vinstru á myndini eru genturnar Anetta Eidesgaard, Ingibjørg Reinert, Alda Magnussen, Ranveyg Joensen, Fríða við Streym, Kristianna Kruse í Kollsbyrgi og Svanna Dam Joensen. Uttast til høgru er borgarstjórin Heðin Zachariassen. Myndina tók Sofus D. Johannesen