Heiðra tey bestu í Vági

Um 300 hondbóltsfólk hava teknað seg til gallaveitsluna hjá hondbóltinum, sum verður í ítróttar­høllini í Vági í annaðkvøld. Millum annað verða ársins bestu heiðrað

Vágbingar hava í vikuni gjørt nógv burturúr at pynta og annars gera klárt til stóru gallaveitsluna hjá hondbóltinum í annaðkvøld, sum VB í ár er vertur fyri. Sjálvt borðhaldið verður í ítróttarhøllini og so verður dansurin aftaná í VB-húsinum.
Tilsamans hava um 300 fólk teknað seg til veitsluna, har sjálvsagda hæddarpunktið verður, tá tey bestu í hondbóltskappingini í vetur skulu heiðrast. Sum vanligt, hevur atkvøðugreiðsla verið, men umframt teir heiðrarnar, hava landsliðsvenjararnir hjá kvinnum og monnum eisini hesa ferð tikið út hvør sítt ársins lið.
Undanfarnu árini hevur H71 skipað fyri serligari gallaveitslu fyri tey 17 ára gomlu, men veitslan hesa ferð, ið skuldi verða leygarkvøldið 9. apríl, varð tíverri av ongum, tí undirtøkan hesa ferð var ov lítil.