Heiðra sløkkiliðsmenn fyri trúgva tænastu

Leygarkvøldið var hátíðarhald í Oyndafirði, har fimm sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Sløkkliliði vórðu heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í meiri enn 25 ár.

 

Hátíðarhaldið var í sambandi við jóladøgurðan hjá sløkkiliðsmonnunum, sum í ár var í Oyndarfirði. Har helt formaðurin í Sløkkiliðnum, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Nesi, talu fyri teimum fimm sløkkiliðsmonnunum, og handaði teimum heiðurstekin.

 

Teir fimm sløkkiliðsmenninir, sum fingu heiðurstekin, eru:

Sunleiv Højgaard í Runavík, átaksleiðari, sum hevur verið sløkkiliðsmaður í samfull 33 ár.

Jan Abrahamsen á Strondum, sum hevur verið sløkkiliðsmaður í 32 ár.

Hanus Heinesen, á Nesi, liðleiðari, sum hevur verið sløkkiliðsmaður í 29 ár.

Niclas Davidsen á Toftum, sum hevur verið sløkkiliðsmaður í 29 ár.

Harry Benjaminsen á Toftum, sum hevur verið sløkkiliðsmaður í 29 ár.

 

Johannus Danielsen sigur, at tað er Margretha drotning, sum stovnaðu heiðurmerki fyri sløkkiliðsmenn í 1973. Eftir tilmæli úr Føroyum, var tað stjórin í donsku tilbúgvingarnevndini, Beredskabsstyrelsen, sum góðkendi, at hesir fimm nú skuldi fáa heiðurstekn fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í minst 25 ár, og hetta er fyrstu ferð, at hesi heiðurstekin eru latin í Føroyum. 

 

Skálafjarðar Sløkkilið, SKS, er eitt felags sløkkilið fyri Sjóvar-, Runavíkar- og Nes kommunu og samstarvið hevur nú 44 ár á baki.

 

– Sløkkiliðið, hevur sera trúfasta manning og fyri stívliga trimum árum síðani fingu átta sløkkiliðsmenn  “Dronningens fortejenstemedalje i sølv” fyri 40 ára trúgva tænastu, sigur borgarstjórin.