Heiðra úrmælingar

Landsbókasavnið fer seinni í mánaðinum at heiðra teir tríggjar, Jákup Olsen, Martin Joensen og Halldór Laxness, við framsýning og teir fara eisini at seta teirra dám á, tá altjóða bókadagurin verður hildin

HÁTÍÐARHALD

Henda valmánaðin í ár eru tað hundrað ár síðani, at heimurin fyri fyrstu ferð slap at síggja teir tríggjar Jákup Olsen, Martin Joensen og Halldór Laxness. Allir hava teir tað til felags, at teir hava gjørt seg galdandi á mentanar- og listapallinum. Bæði sum høvundar, listamálarar, teknarar v.m.
Nú tað eru hundrað ár síðani at hesir tríggir úrmælingar vóru bornir í heim, so ætlar landsbókasavnið ikki, at hetta skal fara heilt órørt í gloymibókina.
Um teir tríggjar er tað at siga, at teir allir hava gjørt seg galdandi. Flest allir føroyingar kenna óivað Martin Joensen. Hann er ættaður úr Sandvík hevur skrivað fleiri av kendastu og mest lisnu føroyskum bókunum. Hann er harumframt kendur fyri sínar stuttsøgur, sum alofta vórðu tiknar úr dagligdegnum hjá vanligi føroyinginum. Flest øll kenna skaldsøgu hansara Fiskimenn. Søgan um lívið umborð á einum fiskiskip stendur enn í dag, sum ein sannur varði í føroyskari søgu.
Martin Joensen andaðist 25. desember 1966.
Jákup C. F. Olsen, vanliga róptur Zahle, var elstur av hesum trimum, føddur 4. apríl.
Hann hevði starv á posthúsinum í Havn, men hevði eisini fjølbroyttan áhuga fyri mentan og list. Hann var virkin í Havnar Sjónleikarfelag, frá tí tað varð stovnað.
Helst eru fleiri sum ikki vita, at tað var Jákup Olsen, sum gjørdi búmerkið hjá eitt nú Havnar Hornorkestri, H. N. Jacobsens Bókahandli, Tórshavnar Sjómansheimi og sodavatns- og øletikettirnar hjá Restorffs Bryggjarí.
Jákup Olsen, sum sjálvur var listamálari, var saman við William Heinesen millum teir fyrstu, sum skipaðu fyri listaframsýningum í Havn. Á einari framsýning í tjúgunum var eisini Mikines umboðaður, hóast hann tá ikki var vorðin viðgitin.
Jákup C. F. Olsen andaðist 12. juni 1963
Tann yngsti av hesum trimum, íslendingurin Halldór Laxness, ið man vera kendur av øllum føroyingum, er føddur 23. apríl. Hann verður mettur at vera ein av heimsins bestu rithøvundum í farnu øld. Hann skrivaði 52 bøkur.
Serligi stílurin hjá Laxness, sum stundum minnir um stílin í íslendingasøgunum, men sum samstundis er satira og atfinningarsemi, hevur hugtikið summi og argað onnur.
Halldór Kiljan Laxness andaðist 8. februar 1998.

Framsýning
Fyri at heiðra hesar tríggjar úrmælingarnar, sum høvdu fylt 100 í apríl, um teir vóru á lívi, skipar Føroya landsbókasavn fyri framsýning við ymiskum, sum bókasavnið hevur í varðveitslu eftir teir tríggjar. Talan er um eitt nú bøkur, handrit, brøv og myndir, sum lýsa partar av virkseminum hjá hesum trimum. Framsýningin verður sett á samkomu á Landsbókasavninum 23. apríl, sum umframt at vera føðingardagur hjá Halldór Laxness eisini er altjóða bókadagur. Á setanini er upplestur og tónleikur á skránni.

Samkoma
23. apríl er sum nevnt altjóða bókadagur. Hetta er serligur dagur fyri lokal átøk, sum UNESCO mælir til at skipað verður fyri. Á enskum hevur dagurin heitið World Book and Copyright Day.
Síðan farið varð at halda henda dagin í 1995, hava umleið 80 lond skipað fyri ymiskum tiltøkum fyri at vísa á týdningin hjá bókini sum lærumiðil og skapara av framburði og listarligari uppliving.
Hetta er fyrstu ferð, at dagurin verður hildin í Føroyum.
Landsbókasavnið heldur tað vera gott høvi at gera vart við altjóða bókadagin við einum tiltaki í sambandi við, at framsýningin "Tríggir úrmælingar frá tvey" letur upp. Tí verður skipað fyri einum kvøldi við upplestri og tónleiki 23. apríl kl. 19 á Føroya landsbókasavni. Tiltakið er alment og ókeypis.
Hetta kvøldið fara upplesarar og tónleikarar at lesa verk eftir William Heinesen, Martin Joensen og Halldór Laxness og at spæla tónleik, sum hevur okkurt samband við onkrar av teimum trimum úrmælingunum.
Fleiri upplýsingar um framsýningina og tiltakið altjóða bókadagin eru at finna á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum www.flb.fo