Heiðra Merkið í fjarstøðu

Flaggdagshaldið í Klaksvík verður aftur í ár, hóast koranasmittuna og avmarkingarnar av henni. Á skránni er røða, hornblástur og skrúðgonga. Í ár verður flaggdagshaldið tó í frástøðu

Flaggdagshaldið verður í ár hildið á Biskupstorgi leygardagin 25. apríl, har Tina Purkhús fer at bera fram røðu. Klaksvíkar hornorkestur og grønu og gulu skótarnir taka lut, men av trygdaráðum vera færri skótar og hornblásarar við

Tá ið flaggdagshaldið í ár verður hildið á Biskupstorgi, er tað millum annað tí, at búfólkini á Biskupstorgi kunnu taka lut í hátíðarløtuni frá sínum svala.

Flaggdagshaldið verður eisini stroymt á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, og byrjar klokkan 17.