Fuglfirðingar fara nú at heiðra Niels Midjord á hansara seksti ára degi. Á føðingardagskvøldsetu í Mentunarhúsinum í Fuglafirði verða framførslur av fleiri ymiskum tónleikarum og kórum Henda hugnaliga kvøldseta verður í Mentunarhúsinum hóskvøldið klokkan 20, og verður hon til heiðurs fyri kenda og fjølmentaða fuglfirðingin Niels Midjord.
Á skránni verður ein rúgva av tónleiki. Sjálvur syngur Niels Midjord Alf Prøysen sangir saman við Lív Næs. Hanus G. Johansen, eins og Kári Sverrisson og Hans Jákup Kollslíð syngja og spæla, umframt Ólavur Højgaard & co. og Frits Johannesen og Sámal Kristiansen.
Kórsangur verður eisini á skránni, millum annað manskórið Teir Átta og Kingosangararnir úr Haldórsvík. Harumframt vera eisini røður og kvøður um og fyri føðingardagsbarnið og Fuglafjarðar Hornorkestur fer at spæla.
Kostnaðurin fyri at sleppa inn til tiltakið verður 70 krónur, siga fyrireikararnir.










