Heiðraði deyða pápan - og fekk gult kort

Tað kostaði ísraelska miðvallaranum í Bolton eitt gult kort, eftir at hann fyrst hevði stútað bóltin í málið og síðan lyfti leikaratroyggjuna upp og vísti eina innaru t-shirts við mynd av deyða pápa sinum. Fótbóltsdómarar hava sjálvandi sínar reglur at ganga eftir, og uppgávan hjá teimum er at fylgja hesum reglum so neyvt sum tilber.

Viðhvørt eru tó hendingar, sum eru rættiliga serstakar. Ein slík var í kvøld í dystinum millum Bolton og Arsenal, tá dómarin gav ísraelska miðvallaranum í Bolton, Taimir Cohen, eitt gult kort.

Cohen avgjørdi dystin við einum skallara seint í øðrum hálvleiki. Hann feiðraði málið við at lyfta leikaratroyggjuna upp og vísa eina mynd av deyða pápa sínum, sum hann hevði á einari innaru t-shirts.

At lata seg úr spælitroyggjuni gevur sambært reglunum gult kort, og Tamir Cohen táraði, tá dómarin, Mike Jones, fór yvir til hansara at vísa honum gula kortið.

Eftir dystin sat gráturin framvegis í hálsinum á ísraelska miðvallaranum, samstundis sum hann gleddi seg yvir at hava tryggjað Boltin trý stig.

- Tað var ógvuliga deiligt at fáa mál. Hetta gjørdist ein kensluborin løta fyri meg. Eg var ótryggur við støðuna, tá vit brendu brotsspark, men vit vónaðu kortini at klára ein javnleik. Ikki minst tí var tað so deiligt hjá mær at fáa hetta málið, sigur. hann við Sky Sports.

Pápi Tamir Cohen, fyrrverandi Liverpool-leikarin, Avi Cohen, doyði eftir eina motorsúkkluvanlukku í desember, bert 54 ára gamal.