Miðvágs Róðrarfelag heiðrar í kvøld heimsmeistaranum í inniróðri fyri juniorar, Sverra Sandberg Nielsen. Móttøka verður tá flogfarið lendir umleið klokkan 20.15. Miðvágs Róðrarfelag ætlar sær ikki at lata tað fara afturvið borðinum, at felagið nú eigur ein heimsmeistara í inniróðri.
Um stutta tíð lendir flogfarið við Sverra á flogvøllinum í Vágum, og Miðvágs Róðrarfelag heitir á folk um at møta upp og taka ímóti nýggju hetjunji.
Síðani verður farið í róðrarneystið, har felagið bjóðar ein drekkamunn, skrivar Jóanis Nielsen á heimasíðu síni, joanisnielsen.fo










