Herfyri hevði Hedvig Reynheim 50 ára starvsdag í BankNordik. Í hesum sambandi fekk hon serstøku viðurkenningina Den Kongelige Belønningsmedalje, ið verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu.
Í eini fráboðan í dag upplýsir BankNordik, at hon byrjaði sum næmingur í táverandi Sjóvinnubankanum tann 1. august 1969.
– Síðani hevur hon við dugnasemi og eldhuga røkt nógvar ymiskar uppgávur í bankanum í samfull 50 ár, sigur Bankin - og fyri tað hevur nú nú fingið kongliga viðurkenning.











