Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út tekstasavnið Heiðin hind. Savnað og lagt til rættis hevur Bergljót av Skarði.
Savnið er ætlað næmingunum í miðnámsskúlunum. Í savninum eru 16 tekstir - yrkingar og prosatekstir - sum allir lýsa konufólk og teirra samband við umheimin.
Tað er ein sannroynd at bókmentirnar endurspegla støðu kvinnunnar í samfelagnum. Hetta hevur borið í sær, at bókmentaliga kvinnumyndin hevur verið fyri stórum og djúpgongdum broytingum gjøgnum tíðirnar.
Hesum broytingum fær lesarin fjølbroytta lýsing av í hesum savni, sum bæði er ein lýsing av kvinnuni frá ymsum tíðum og ein lýsing av ymsum sjónarhornum og sjónarmiðum.
Høvundarnir, sum eru umboðaðir í bókini eru Guðrið Helmsdal Nielsen, Hans M. Eidesgaard, Lydia Didriksen, Stig G. Rasmussen, Bergtóra Hanusardóttir, Tummas N. Djurhuus, Rakel Helmsdal, Oddvør Johansen, Regin Dahl, Hans Andrias Djurhuus, Hanus Andreassen, Jóannes Nielsen, Ebba Hentze, Eir í Ólavstovu og Mina Reinert.
Hestprent hevur staðið fyri prentumsitingini. Myndirnar í bókini eru eftir Ingálv Jacobsen. Bókin fæst í bókhandlunum og kostar 140 krónur.