Heiðahúsið tikið í nýtslu

Snotiligi vinnubygningurin ”Heiðahúsið” í Saltangará varð alment tikin í nýtslu fríggjadagin 29. juni. Í húsunum eru ymisk sløg av leigumálum til handlar, og skrivstovur og onnur vinnurekandi. Húsið er liður í eini størri verkætlan

Fríggjadagin 29. juni var almenn móttøka í nýggja vinnubygninginum ”Heiðahúsið” á Heiðavegi í Saltangará, har ymisk tiltøk vóru. Til dømis var ein møblaframsýning og Kór Glyvra Kirkju, við Meinhard Bjartalíð sum leiðara, sang.


Eigari og byggiharri av Heiðahúsinum er Sp/f Ognarfelagið Saltangará, sum er stovnað av Norðoya Sparikassa og TN Bygging. Byggiverkætlanin Heiðahúsið hevur verið eitt samstarv millum fleiri ymiskar fyritøkur umframt TN Bygging og Norðoya Sparikassa.


Sp/f TN Bygging hevur havt evstu ábyrgd av byggiverkætlanini Heiðahúsið, meðan Norðoya Sparikassi hevur havt alt viðvíkjandi fígging og ráðgeving um hendi í samband við byggiverkætlanina.


Í húsunum eru ymisk sløg av leigumálum, bæði til vinnurekandi, handlar og skrivstovur. Sum nakað heilt nýtt bjóðar húsið eisini leigumál, sum umframt hølir eisini fevna um skrivstovuinnbúgv og útgerð, soleiðis at leigumálini eru klár at taka í nýtslu.


Heiðahúsið er liður í eini størri verkætlan, har hildið verður fram við einum størri bygningi eftir sama leisti. Miðbygningurin kemur tá íð hann er liðugur at eita Heiðahúsið, og bygningurin sum móttøkan var í, broytir tá navn frá bert at eita Heiðahúsið til Heiðahúsið-Suður.


Í miðbygninginum vera handlar, skrivstovur, goymslur og íbúðir. Bygningurin verður uml. 2600 fermetrar fordeilt á yvir fýra hæddir. Goymsla og parkering í kjallaranum, handlar og skrivstovur í veghæddini og á 1. og 2.hædd vera íbúðir.


TN Bygging byrjaði virksemi sítt í 1998 við bert einum til tveimum starvsfólkum. Síðan hevur fyritøkan verið í støðugari menning og varð tískil umskipað til smápartafelag í 2001. Sekstan fólk eru í starvi, og virksemið umfatar bæði byggivirki og teknistovu.


Vit hava lagt okkum eftir at projektera og fremja størri og minni arbeiðsuppgávur, sigur Torben Nielsen stjóri í fyritøkuni, sum leggur afturat, at um onkur er áhugaður í at síggja verkætlanina og møguliga leiga sær eitt handils- ella kontórhøli, eru tey vælkomin at venda sær til Sp/f TN Bygging á Heiðavegi 25.


mg