Heiðabáturin vardi borg

Men tað tykist framvegis vera møguleiki fyri, at Argjabáturin kann hótta Heiðabátin

Kappróður

 

Talan var um neyva endurtøku frá Norðoyastevnu, tá ið 8-mannaførini kappaðust á sundalagsstevnuni í Hósvík.

Heiðabáturin var fyrstur á mál, Argjabáturin var honum næstur, og so vóru tað Árnfirðingur og Kvívíkingur.

Heiðabáturin sprakk avstað og varð fremstur beinanvegin. Árnfirðingurin fekk eisini heilt góðan start, men tað eydnaðist ongantíð árnfirðingum at hótta gula bátin.

Heldur var tað Argjabáturin, sum royndi at bjóða av. Aftur hesa ferð var starturin hjá argjamonnum einki serligur. Men tað var kortini skjótt, at Argjabáturin bjóðaði Árnfirðingi av í kappingini um næstfremsta plássið.

Á túsund metra málinum var Argjabáturin næstfremstur. So var setningurin at bjóða Heiðabátinum av. Tað eydnaðist argjamonnum at vinna seg fram á róðursmannin á gula bátinum, men talan varð ongantíð um kapping um fremsta plássið soleiðis at skilja, at Argjabáturin var ongantíð frammanfyri Heiðabátin.

Tó var kappingin millum teir báðar fremstu so mikið stór á 1500 metra teininum, at tað væl ber til at ímynda sær, at Argjabáturin hevur møguleika at vinna fyrsta plássið í einum av komandi róðrunum. Men so er neyðugt hjá teimum við betri startspurti, enn teir høvdu í Hósvík.

Árnfirðingur endaði aftur hesa ferð á triðja plássi. Eina løtu tóktist tað sum um, at Kvívíkingur skuldi fara avstað við triðja plássinum, men tað eydnaðist ikki, og harvið gjørdist endarøðin júst tann, sum hon var á norðoyastevnu.