Hegga Samuelsen venja Fram

Fram hevur fingið sær royndan leikandi venjara, nú felagið aftur skal royna seg í triðju deild

venjari

Á leikarafundi í Fram-húsinum 10. februar, kom nýggi venjari felagsins á gátt at heilsa leikarunum. Vágamaðurin Jógvan "Hegga" Samuelsen, er maðurin, ið skal standa fyri 1. liðnum hjá Fram hettar kappingarárið, eftir at felagið fluttið upp úr 4. deild í fjør.
Fundurin byrjaði kl. 20, har Hegga legði út, við at greiða eitt sindur frá um seg sjálvan, ætlanir fyri venjingina og kappingarárið. Eisini verða nøkur nýggj nøvn í hópinum í ár. Úr Vágoynni koma royndir menn, sum millum annað hava verið á U-landsliðunum og 1. deild hjá FS Vágum í fjør.
Hegga Samuelsen er sjálvur royndur maður innan fótbóltin. Hann hevur leikt við SÍF, FS Vágum, HB og ÍF Føroyum í Danmark, har hann sum leikandi venjari førdi felagið til uppflyting.
Hegga er eisini settur sum leikandi venjari hjá Fram. Og vónirnar frá nevndini og leikarum eru góðar fyri kappingarárið, sigur Fram at enda í tíðindaskrivi