Tíðindaskriv frá Tórshavnar Býráð
Borgarstjórin í Havn vísir aftur, at óreglusemi hevur verið í sambandi við avgerðina um umvælingararbeiðið í Gamla Realskúlanum í Havn. – Eftir at hava tosað við partarnar í málinum, vísi eg staðiliga aftur, at nakað skeivt er farið fram, sigur Heðin Mortensen, sum samstundis hevur heitt á ein advokat um at gera eina óhefta lýsing og gjøgnumgongd av málinum.
Umsitingarliga avgerðin um at umvæla Gamla Realskúlan í Havn verður nú lýst til fulnar av einum óheftum advokati. Tað hevur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, tikið stig til, eftir at ivi er sáddur um avgerðina.
Í Degi og viku fríggjakvøldið varð ivi sáddur um gegnið hjá tekniska stjóra í Tórshavnar kommunu, Jákup Egholm Hansen, tí sonur hansara er stjóri í fyritøkuni Viking Smíð, ið ger part av umvælingararbeiðinum í Gamla Realskúlanum í Havn. Eisini var í sjónvarpstíðindunum róð framundir, at tað er í stríð við vanligar mannagongdir, at umvælingararbeiðið ikki er boðið út.
Álit á umsitingini
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, vísir aftur, óreglusemi hevur verið í sambandi við avgerðina um umvælingararbeiðið, og at tekniski stjórin skal hava ein gegnistrupulleika í hesum sambandi.
– Eftir at hava tosað við ymsu partarnar í málinum, vísi eg staðiliga aftur, at nakað skeivt er farið fram. So skjótt tað gjørdist greitt, at fyritøkan Viking Smíð var inni í myndini, boðaði tekniski stjórin frá, at hann ikki vildi vera við til at taka nakra avgerð víðvíkjandi avtalu við handverkarar, tí sonur hansara var stjóri í fyritøkuni, sigur Heðin Mortensen.
– Hesum boðaðu býararkitekturin og leiðarin fyri Húsaumsitingini mær frá, áðrenn nøkur avgerð varð tikin um, at Viking Smíð skuldi gera arbeiðið. Sostatt hevur tekniski stjórin ikki havt nakað at gera við tann partin av málinum, ið snýr seg um Viking Smíð sum arbeiðstakara.
Óheft lýsing
Eftir at ein einstakur býráðslimur hevur tikið málið upp og kravt tað fyri á fíggjarnevndarfund, hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, tikið stig til, at ein óheft gjøgnumgongd og lýsing verður gjørd av øllum málinum. Endamálið er at burturbeina ivan, ið nú er sáddur um avgerðina. Ætlandi verður henda lýsing liðug í vikuni, so allur ivi um gegni og annað í málinum endaliga verður beindur burtur sum skjótast.
– Viðvíkjandi vantandi útbjóðing av arbeiðinum, er heldur einki skeivt farið fram, tí tað er vanligur framferðarháttur, at slík umvælingararbeiði verða ikki boðin út. Tað er heldur ikki eitt krav sambært reglunum. Sum øllum kunnugt, er trot á handverkarum til slíkt arbeiði í løtuni, og tí mælti Húsaumsitingin til at taka av tilboðnum frá Viking Smíð og øðrum fyritøkum, tí so kundi farast í holt við arbeiðið beinanvegin, sigur Heðin Mortensen.
Óegnaður til undirvísing
Borgarstjórin heldur fast við avgerðina um, at Gamli Realskúlin er óegnaður til vanliga floksundirvísing, tí hann ikki er nóg brunatryggur. Harumframt er bygningurin ov lítil, um hann skal uppfylla krøvini í einum nútímans skúla.
– Tì verður Gamli Realskúlin ikki aftur brúktur sum undirvísingarhøli hjá skúlaflokkum, men bert til skúlafyrisiting og arbeiðshøli hjá lærarum. Vit taka atlitið til trygdina hjá okkara skúlabørnum fram um alt annað, sigur Heðin Mortensen.










