Kanska var tað bert tí, at landssýrismaðurin í heilsumálum var mismæltur á landsfundinum hjá Miðflokkinum, at framtíðin hjá Kringvarpi Føroya knappliga aftur gjørdist eitt heitt evni.
Í øllum førum er tað váttað, at landsstýrið arbeiðir ítøkiliga við ætlanum um sleppa privatum aktørum framat at framleiða tilfar til Kringvarpið. Og Miðflokkurin, sum er partur av samgonguni, ætlar framvegis at privatisera stovnin.
Men er útveiting bara fyrsta stigið í eini einskiljingargongd? Ella er tað kanska bara ein góður máti at tryggja betri public service-tilfar?
Tað eru helst ymiskar meiningar um, hvørt støðið í Kringvarpi Føroya er hækkað, og um demokratiið virkar betri, síðani hin fyrsti public service-sáttmálin millum stovnin og Løgtingið umboðandi alt fólkið kom í gildi 1. januar 2011.
Tað finnast eisini stórar, framkomnar tjóðir, bygdar á fólkaræðisligan grundvøll, ið als ikki kenna til public service-miðlar, eitt nú USA.
Og Ísland fór fyrst til himmals og síðani fyri bakka, meðan teirra almenni public service-miðil sat og hugdi at uttan at seta ein einasta kritiskan spurning.
Tað er við tíðini vorðið ein partur av sjálvari definisjónini upp á eitt satt fólkaræðið, at tað hevur eina fría pressu. Ein frí pressa er ein hornasteinur undir fólkaræðinum, verður sagt. Men hevur ein almennur public service miðil uppiborið sama status?
Er ein føroyskur, almennur, óheftur public service-miðil so avgerandi, sum hann ofta verður sagdur at vera av millum annað miðlafólki og stórum parti av luttakarunum í almenna orðaskiftinum?
Tað halda bæði Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, og Marjun Dalsgaard, journalistur og cand.comm, í hvør sínari grein her í blaðnum, at hann er. Men fortreytin er, at public service-miðilin so í veruleikanum eisini er óheftur og tekur sína uppgávu í álvara, eru tey samd um.