Hedvig framsýning á Jinx

Allan juni mánað hevur føroyska listakvinnan Hedvig Johansdóttir framsýning á Gallerí Jinx í Havn.
Málningarnir, sum Hedvig hevur við á framsýningini, eru gjørdir á lørriti og stálplátum, og til hesar málningar hevur Hedvig nýtt akrylmáling, koltekningar/kollagir og tekst. Koltekningarnar hjá Hedvig hava fingið sín íblástur í filminum The Passion of the Christ.