Heðin: - Vóru meiri málrættaðir í seinna hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB ætlar sær víðari í Europa League

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá HB, Heðin Askham, aftaná 3-0 sigurin hjá HB á EB/Streymi í Streymnesi í dag. 

 

Heðin heldur, at seinni hálvleikur royndist betur, har HB við tveimum málum innan fimm minuttir drap dystin, tó undirstrikar hann, at 1-0 málið hjá Christiani R. Mouritsen í fyrra hálvleiki var framúr gott.

 

HB er seedað til Europa League lutakastið í morgin, og Heðin dylur ikki, at málið hjá HB er at vinna seg víðari í kappingini.