Heðin tekur plássið frá Marin Katrinu

Nú hevur hon mist enn meiri ávirkan

Tað hevur nú fingið enn fleiri avleiðingar, at Marin Katrina Frýdal, og Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð, settu seg upp ímóti Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, og samgonguni í Tórshavnar Býráð, annars.

 

Marin Katrina Frýdal hevur verið varalimur hjá Tórshavnar Býráð í nevndini fyri SEV, men nú hevur hon eisini mist tann sessin.

 

Tá í allir flokkar skipaðu samgongu eftir seinasta býráðsval, varð Bogi Andreasen í Fólkaflokkinum valdur at umboða Tórhavnar Býráð í nevndini hjá SEV, og Marin Katrina Frýdal varð nevndarlimur.

 

Men tá ið tvey ár vórðu farin, skuldu tey bæði býta um, soleiðis, at Marin Katrina  Frýdal tók sætið í nevndini í SEV fyri Tórshavnar Býráð.

 

Sostatt skuldi hon av røttum verið nevndarlimur frá 1. januar í ár.

 

Men fyri einum ári síðani tók rættilig ósemja seg upp ímillum Tjóðveldi, serliga Marin Katrinu Frýdal samgonguni í Tórshavnar Býráð.

Fyrst varð Marin Katrina Frýdal varpað úr samgonguni, men tá gjørdi Jógvan Arge og Jákup Dam, sum eisini umboða Tjóðveldi í býráðnum, av at fara sama veg, og sostt endaði Tjóðveldi í andstøðu.

 

Tað var rættiliga skjótt greitt, at hetta fór eisini at kosta Marin Katrinu Frýdal nevndarsessin í SEV.

 

Tá tók eitt sindur av ósemju seg upp ímillum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin um nevndarsessin í SEV. Javnaðarflokkurin vildi halda fast um avtaluna um, at Bogi Andreasen skuldi bara sita í tvey ár, sum avtalað og tí skuldi Javnaðarflokkurin fáa nevndarsessin í ár.

 

Men Bogi Andreasen tvíhelt um, at tá ið samgongan varð slitnað, skuldi hann varðveita nevndarsessin alt valskeiðið, og tað boygdi Javnaðarflokkurin seg fyri. Fyri hann var tað eingin ivi um, at tað skuldi vera ein býráðslimur í samgonguni, sum skuldi umboða býráðið í nevndini í SEV.

 

Men so var tað sessurin sum varalimur fyri Boga Andreasen í SEV nevndini. Og á eykaaðalfundi í SEV í gjár, varð endaliga greitt, at hann missir Marin Katrina Frýdal eisini.

 

Á fundinum varð uppskot frá Tórshavnar Býráð um at velja Heðin Mortensen sum varalim í nevndina fyri SEV, og tað varð samtykt – og sostatt er Marin Katrina Frýdal endaliga sett frá ávirkan í SEV, har hon annars hevur umboðað Tórshavnar Býráð í fleiri ár.