Heðin tekur eitt tørn afturat

Eg havi framvegis nógvar visjónir, sigur borgarstjórin í Havn.

Heðin Mortensen váttar í Sosialinum mánadagin, at hann ætlar sær at stilla upp aftur til komandi býráðsval.

- Hjá mær er tað fyrst og fremst Tórshavnar kommunu, tað snýr seg um, sigur hann millum annað.

 

Heðin Mortensen sigur, at um borgararnir vilja hava seg verandi í býráðnum, so ætlar hann sær at taka eitt tørn afturat.

- Eg haldi meg vera væl fyri á øllum økjum og havi framvegis nógvar visjónir, sigur hann.

 

Hann hevur tó ikki tikið støðu til, hvørt hann stillar upp til løgtingsvalið, men sigur seg vera sinnaðan at koma flokkinum til hjálpar, um tað skuldi verið neyðugt. Hann sigur tó, at ágangurin á Havnina er so stórur, at hann verður noyddur at umhugsa tað.

 

Tá hetta valskeiðið er av, hevur Heðin Mortensen sitið 12 ár sum borgarstjóri. Mads Andreas Jacobsen sat eisini í 12 ár, frá 1933 til 1944, og tað sama gjørdi Poul Michelsen, frá 1981 til 1992. Sleppur Heðin at halda fram sum borgarstjóri eftir komandi val, verður hann sostatt longst sitandi borgarstjóri í Havnini.