Heðin: Spælararnir vóru ógvuliga fokuseraðir

Venjarin hjá NSÍ viðgongur tó, at útvísingin hjá Róaldi Jakobsen gjørdi arbeiðssetningin munandi lættari

Effodeildin: NSÍ-venjarin, Heðin Askham fegnaðist um, at hansara menn vóru ógvuliga fokuseraðir, tá teir á heimavølli ígjár vunnu ein sannførandi 4-0 sigur á B36.

 

Heðin viðgongur tó, at arbeiðssetningurin hjá teimum gjørdist munandi lættari, tá Róaldur Jakobsen hjá B36 fekk tað reyða kortið, longu tá 18 minuttir vóru spældir av dystinum.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Heðin Askham segði í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 ígjár.