Við 3-2 sigri í Sørvági í kvøld lyfti næstbesta liðið hjá KÍ seg fram á bronsuplássið. KÍ hevur spælt ein og tveir dystir fleiri enn tey, ið eru stutt niðanfyri, og tí er møguleiki fyri, at triðja plássið er til láns.
07 Vestur liðið var mannað við nógvum ungum spælarum, sum eru evnaligir, men tað spældi nógv inn, at klaksvíkingarnir fyri tað mesta vóru kropsliga betri fyri.
Heimaliðið setti hol á, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Eftir horna bríkslaðil dómarin fyri brotssparki, sum Oddur Petersen umsetti til mál. Hetta var triðja málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.
Lítla løtu undan steðginum svaraði KÍ aftur. Miðverjin Símun Kalsø sendi við høvdinum bóltin í málið, eftir at Heðin Klakstein við horna legði innfyri. Heðin Klakstein legði í fyrsta álopinum eftir steðgin KÍ á odda 2-1. Kristoffur Jakobsen legði við neyvari sending bóltin fram, og Heðin rann frá verjuni og sneiddi framvið Silas Eyðsteinsson, sum í kvøld vardi málið í næstbestu deildini, áðrenn hann setti bóltin í málið.
Tá ið tað restaðu 20 minuttir svaraði 07 Vestur aftur og so var 2-2. Albert Theis Nielsen var fyri aðru ferð í ár málskjútti á næstbesta liðnum, og uppleggið átti Jónatan Nattestad, sum fyri fyrstu ferð var skiftur inn á liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
3-2 sigursmálið hjá KÍ skoraði Kristian Svabo Eliasen, sum tíggju minuttir eftir steðgin varð skiftur inn. Hann skoraði fýra minuttir undan leikloki og eftir horna og eitt sindur av aftur og fram.










